Tað eru nú gingin mong ár síðani vit byrjaðu at tosað um at útbyggja Klaksvíkar havn við atløguplássi norðuri í Ánunum.
Heilt aftur til 70-ini varð tos um hetta í býráðnum. Tá menn á sinni fóru undir útbyggingina av vestara havnaøki var tvídráttur í býráðnum um hvørt tað var rættast, heldur at fara norður í Ánirnar ella um fyrst skuldi farast undir havnaútbygging á vestaru síðu. Hetta er so langt afturi sum til tá millum aðrar Vilhelm Johannesen sat í býráðnum.
Ikki fyrr enn nú er so smátt komið ígongd í Ánunum.
Fyri stuttum var so frammi aftur millum býráðslimir, um ikki var rættari at fara undir at gera Borðoyarvík til eina móttøkuhavn og grundgevingarnar fyri tí vóru nógvar.
Tað er tó at vóna, at menn duga at síggja, at møguleikarnir í Ánunum eru bæði betri og bíligari enn um vit áðrenn vit kunnu gera nakra útbygging av Borðoyarvík, skulu gera víkina til eina kyrruhavn.
Menn, sum í allan vetur hava arbeitt við kajkantinum í Ánunum siga, at hetta er kyrrasta plássið teir hava arbeitt á í Føroyum.
Hóast vegurin hevur verið ógvuliga strangur hvat veðri viðvíkur, so hevur nærum verið arbeiðandi hvønn dag.
Vítt er til veggja norðuri í Ánunum, tá hugsað verður um fjarstøðuna til Kunoynna og Klakkin og harafturat er lætt atkomiligt hjá skipum har norðuri, bæði tá skipini koma norðan av havinum ella sunnanífrá.
Ført verður fram ímóti útbygging av góðshavn í Ánunum, at tað skal vera kostnaðarmikið at gera vegir til økið.
Tað er vælsagtans so, at tá tunnilin einaferð verður liðugur, at tá skal eisini bøtast um vegasambandið norður um fjall. Hetta er vælsagtans landsvegur, so hóast ein slíkur vegur kostar pening, so skal hann gerast og tað eisini sjálvt um vit velja at byggja Borðoyarvík til eina nýmótans Havn.
Borðoyarvík liggur sum hon liggur og fer ongan veg um sjálvt um vit fyrst venda eygunum ímóti Ánunum. Tað er ein sannroynd at møguleikarnir inni á Vágni eru nærum allir troyttir, so skulu vit gera útbyggingar av havnini í Klaksvík til skipini, ið alsamt gerast størri og størri, so er rættast og uttan ivað ódýrast fyrst at fara norðureftir, áðrenn vit fara suður um Eiðið at byggja havn.




