Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin á Sjóbjargingarstøðini frásettur

Oliver Joensen

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø hevur gjørt av at seta í verk eina óhefta kanning av bjargingini av Jøkulfelli.

Í tíðindaskrivi, sum Norðlýsið júst hevur fingið verður sagt m.a.: Partarnir, sum vóru við í bjargingararbeiðinum, eftirmettu bjargingarátakið á fundi tann 10. februar. Tá varð spurningurin, um tyrlan hjá Atlantic Airways átti at verið send avstað, fyrr enn gjørt varð eisini umrøddur. Staðfest varð, at tað í ítøkiligu støðuni er trupult at svara ja ella nei uppá hendan spurning. Ein onnur niðurstøða í eftirmetingini er, at fleiri mannagongdir skulu endurskoðast.
í gjár fekk landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ein munnligan fyrispurning í løgtinginum, og varð í hesum sambandi ivi sáddur um fleiri ítøkilig viðurskifti viðvíkjandi bjargingararbeiðinum, og serliga avgerðunum hjá Sjóbjargingarstøðini.
Landsstýrismaðurin heldur, at álitið á føroysku tilbúgvingarskipanina hevur alstóran týdning. tí er avgerandi neyðugt at allir upplýsingar í hesum málinum koma fram, og verða viðgjørdar í samlaðum høpi. Eftir áheitan hevur  Norsk Veritas játtað at gera eina óhefta kanning av bjargingartilgongdini við serligum atliti at arbeiðinum hjá sjóbjargingarstøðini.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Djóni Weihe, stjóri á sjóbargingarstøðini, eru samdir um, at djóni Wiehe ikki virkar sum stjóri, meðan kanningin verður gjørd. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Jóhan Jacob Jakobsen, vaktgangandi yvirmann á Sjóbjargingarstøðini, sum fyribilsleiðara.