Í dag frá kl. 15 til 18 verður opið hús á spildurnýggja bakarínum hjá Jórun.
Tað er nú eitt gott ár síðani at Jórun fór undir at byggja eitt nýtt og nýmótans bakarí á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík.
Jórun Mørkøre sigur, at umstøðurnar á bakarínum úti í Klaksvík vóru so trongar at eitthvørt mátti gerast, um haldast skuldi áfram og tí valdi hon at byggja nýtt og samstundis hevur bakaríið eisini fingið tey nýggjastu tólini, sum eru á marknaðinum.
Umframt vanligu bakaravørurnar, sum fransktbrey, rugbreyð , grovbreyð bollar og annað, sum hoyri til bakarayrkið, ger Jórun eisini nógv við konditaravirksemið, har vakrar køkur og annað gott verður gjørt, eisini til serstøk høvi har fólk vilja hava nakað eykað gott.
Bygningurin, sum nú stendur liðugur Oman Eið, er fyrsti bygningurin í Klaksvík, sum er bygdur til júst hetta endamálið og tí eru arbeiðisumstøðurnar sera góðar.
Til bakaríið við Borðoyarvík hoyrir eisini handilin úti í Klaksvík. Uppá fyrispurning okkara um vit fara at síggja nakrar broytingar í handlinum, nú bakaríið rættuliga fer upp at koyra, sigur Jórun, at tey longu hava gjørt stórar broytingar í handlinum og eitthvørt verður ivaleyst gjørt aftuat komandi árini. Annars hava vit villar planir um ein handil eisini her á økinum, men tað liggur longur frammi í tíðini.
Eini 10 fólk arbeiða í bakarínum hjá Jórun og í handlinum úti í Klaksvík.
At enda undirstrikar Jórun, at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í dag og treyðugt so, verður eitthvørt søtt undir tonna at fáa eisini.




