Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri mál eru klár at fara í rættin

John William Joensen

og fleiri persónar kunnu í næstum væntað at vera skuldsettir í málum frá eldáseting og bumbuspreinging til stuldur av atgongumerkjum

Politistøðini í Klaksvík verður nú seinasta hond løgd á bæði størri og smærri mál sum hava verið í Klaksvík hetta seinasta árið.
Málini eru fleiri og sera ymisk. Millum málini er m.a, stuldurin av atongumerkjum á Summarfestivalinum  2004, herverk, eldáseting og bilstuldur.
Harumframt eru mál sum snúgva seg um innbrot umborð á bátum og stuldurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Eisini málið um bumbuspreingingina úti í Fornagørðum er nú klárt at fara í rættin og persónarnir í málinum kunnu vænta at vera skuldsettir i einum av næstu døgunum.
Í løtuni verður bíða eftir teknisku prógvunum sum í løtuni eru til viðgerar hjá ríkispolitinum. So skjótt sum hesi eru komin verða skuldsettingarnar settar fram.