Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yngri deildirnar fara nú at venja

John William Joensen

Nú fara øll liðini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag undir venjingarnar.

Orsøkin til at nøkur av liðnum enn ikki eru farin í gongd er, at tað hevur verið trupult at fáa venjarar til hesi liðini.
Men í komandi viku, verður so roynt, at fáa allar venjingarnar í gongd.
Eisini tey liðini, gentir 12-14 b&c, gentir 10-12, smápiltar 1. & 2. flokkur, ið enn ikki hava vant, fara at venja.
Mikudagin byrja yngst eisini. Ætlanin er at fáa ymisk at hjálpa til við venjingum, og um hetta ikki letur so gera, so fáa leikarnir boð um hetta, tí uttan venjarar so eingin venjing.
Men á dreingjasíðuni eru øll liðini nú manna við venjarum. Á gentu síðuni hevur tað verið heldur strilti, men nú mangla bara venjarar til 12-14 b&c, men eisini tær fara at venja í komandi viku, og tá fáa vit at síggja hvussu
blívur við teimum.
Saman standa vit sterk – tí bert vilja vit, so vinna vit!!!