Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskasuppan hjá Norðfra gjørdi eydnu

Oliver Joensen

Ilt er at spáa hvat tú fært burturúr eini søluframsýning, men skal farast eftir áhuganum, so sær væl út fyri fiskasuppuni norðan úr Sundi.

Norðfra í Hvannasundi er eitt av føroysku flakavirkjunum, ið eisini hevur lagt seg eftir heimamarknaðinum og sum hevur nógv ymisk produktir beinleiðis til brúkaran.
Á Fish Fair ídag, var so høvi at royna fiskasuppuna. Vit skulu seinni greiða nærri frá hesi sermerktu suppu, og skulu í hesum sambandi bert siga, at hon brýtur av øðrum slíkum frammanundangjørdum fiskasuppum, við tað at her fært tú sera leskilig fiskapetti og annaðgott sum bót í suppuni.
Vit royndu at fylgja við, hvussu gekst suppuni tá fólk tóku sær ein tallerk, og hóast tað vanliga er við slíkar smakkiroyndir at fólk fáa sær einar tvær ferðir upp í munnin, so var øðrvísi við fiskasuppuni hjá Norðfra. Allir tallerkar, sum vit sóu fólk fáa sær vórðu tømdir á botn og harafturat vóru tað fleiri ið fingu sær ein tallerk afturat ella tríggjar, eins og vit á Norðlýsinum gjørdu.