Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semja um fiskapakkan hjá Kalsø

John William Joensen

Vinnunevndin hjá løgtinginum er samd um sokallaða fiskipakkan og Hendrik Old, formaður í vinnunevndini, sigur hetta vera eina roynd at fáa so nógvan fisk sum gjørligt upp á land í Føroyum

– Vit eru samdir um at fiskapakkin verður samtyktur í tinginum uttan broytingar og meta vit hetta vera eina roynd at fáa meiri fisk tilvirkaðan á landi í Føroyum.
– Samstundis sleppa útlendingar beinleiðis at bjóða upp á fiskin á uppisøluni og skal hetta tryggja fiskimonnum besta prísin fyri fiskin, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Hendrik Old metur at í løtuni fer kanska 50% av fiskinum beinleiðis av landinum og við fiskipakkanum verður ein erlig roynd gjørd fyri at fáa stórsta partin av fiskinum tilvirkaðan í Føroyum.
– Harafturat kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við kunngerð at beina burtur sokallaðu proformasølurnar sum so nógv hevur verið tosað um seinastu tíðina.
Eisini andstøðuumboðini í nevndini vóru samd um at fiskapakkin eigur at vera samtyktur í løgtinginum.