Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Sigurd fingið gullsteinar úr Colorado

John William Joensen

John Sigurd Joensen sum í 1998 og 99 vitjaði í Nashville í USA fekk ein vinmann sum fyri kortum sendi honum ein pakka við gullsteinum

Orsøkin til at eg fór til USA var at eg vildi upplivað onkra av kendu Contry stjørnunum.
Serliga havi eg verið nógv áhugaður í Johnny Cash og Waylon Jennings, men eg royndi bara at upplivað so nógv sum gjørligt.
Tí var eg noyddur at brúka hýruvogn og tað endaði við at ein hýruvognskoyrari bjóðaði seg til at koyra meg til øll tey kendu støðini.
Vit komu væl út av tí saman og vinabond vóru knýtt.
Millum kendastu støðini vóru húsini hjá Elvis Presley, Graceland og so kenda mentanarhúsið, Grand Ole Opry har eg upplivdi Port Vagner, Skeeter Davis, Bill Anderson og fleiri aðrar.

Brævasamband
– Heimafturkomin helt samskiftið millum meg og hýruvognsføraran fram. Hann eitur Norman Chaffee og er júst fluttur heilt norður ímóti markinum til Kanada.
– Hann er savnari og stórsti áhugin hjá honum eru penga myntir og hann vísti mær myntir úr øllum heiminum og summir úr 1700 talinum.
– Eg sendi honum nakrar danskar jubeleumsmyntir við drotningini og stutt eftir hetta fekk eg teldupost frá honum, har hann boðaði frá at hann hevði sent mær ein pakka.
– Stutt eftir hetta lá pakkin í gongini og í honum vóru 18 steinar sum hava gull lind í sær.
– Teir eru úr gullnámi í Colorado og má eg siga at eg kenni ikki nógvar føroyingar sum kunnu siga at teir eiga gullsteinar úr Colorado.
– Í løtuni bíði eg eftir pakka har hann m.a. hevur lagt amerikanska flaggið í og ymiskt annað sum hann ikki vildi greiða frá í teldupostinum.

Aftur til USA
John Sigurd sigur at um hann hevur lív og heilsuna so ætlar hann sær aftur til USA at vitjað og tá er ætlanin at vitjað vinmannin.
– Eg vanti tó at eg eisini leggið leiðina framvið Nashville, tí býurin hevur eitt sera ríkt tónleikalív ikki bert innan fyri Contry. Hóast eg havið upplivað nógv, m.a. heilsaði eg m.a. upp á systur Johnny Cash so er nógv eftir at síggja.

Harleyfacadeacryl