Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súkkling: Dramatikkur í fyrstu súkklukappingini í ár

John William Joensen

Tað kundi enda heilt galið tá ein bilur viltist inn á økið, har kappsúkklað varð leyg-ardagin í Kladsvík.

Tíðindaskriv:
Kappast varð í Býarkoyr-ing í Klaksvík leygardagin. Vaksin og unglingar koyrdu í 45 minuttir pluss eitt umfar. Børnini koyrdu millum tvey og fýra umfør runt á økinum Biskupsstøðgøta, Skúla-vegur, Gerðagøta, Vágs-tún. Stórur spenningur var undan kappingini millum vaksnu súkklararnar, nú menn hava vant so nógv upp undir Oyggjaleikirnar, sum byrja um ein góðan mánað.
Men tá koyrt hevði verið í 20 minuttir viltist ein bilur inn á økið har kappsúkklað varð, og sjálvandi tá óhappið er úti, so er vilsti bilurin júst í svinginum tá súkklararnir koma um svingið Biskupstøðgøta/Skúlavegur. Bæði Eli Christiansen og Gunnar Dahl-Olsen fara niður í asfaltið. Til alla lukku hendi ongin mannaskaði, men súkklan hjá Eli fór so mikið illa, at hugsingur var ikki um at halda fram. Við at skifta forhjulið kundi Gunnar løtu seinni halda fram. Hóast spenningurin ikki var hin sami eftir óhappið, so bleiv kortini kappast um 1. plássið, ið Gunnar fór við.
Hjá unglingum vann Torkil Veyhe tryggan sigur, og so væl gekk, at hann eisini kom á mál góðan minutt frammanfyri landsliðssúkklaran Esmar Joensen.
Næsta kappingin verður á Sundalagsstevnuni. Kappingin verður fríggjakvøldið 17. juni kl. 19.00, tá kappast verður í Einkultstarti. Kappingin er bert fyri unglingar
og vaksin.