Tað var ein smílandi Eivindur av Reyni, ið leygardagin saman við konuni og øðrum, tók ímóti hópin av norðoyingum við Klingrugarð leygardagin.
Onkur helt leygardagin, at tað vóru feløgini KBI og Reyni Service, ið bjargaðu teimum dagin, tá tey skuffað fóru frá móttøkuni hjá P/F Norðoyatunnlinum leygardagin.
Norðlýsið var eisini á staðnum og ynskti Eivindi og konu hansara tillukku við nýggja bygninginum, og tey hjá Reyni Service ella Toyota, høvdu gjørt nógv burturúr.
Sera heppið var við veðrinum eisini og á økinum stóð ein pylsuvognur, har fólk kundu fáa sær sum teymum lysti, og eisini var telt sett upp, har ein kundi fáa sær kaffimunn og annað gott undir taki, men veðrið var so gott, at flestu stóðu og hugnaðu sær undir opnum himli, blíðskapurin var óførur og tey vóru mong, ið hildu til har uppi fleiri tímar leygardagin.
Norðlýsið ynskir Eivindi hjartaliga tillukku, nú hann hevur reist nýggjan bygning við Klingrugarð.




