Vit hava brúk fyri einum sigri at venda gongdini, og hann kom ikki í Runavík hóast leikliga yvirvág, sigur Oddbjørn Joensen
Trýsti á KÍ veksur alsamt og við tepra 1-0 ósigrinum í Runavík sunnudagin er støðan ikki batnað.
– Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur. Vit spældu væl men høvdu trupuleikar at koma til avgerandi møguleikar.
– Í seinra hálvleiki eru tað vit,sum eru spæl stýrandi og leggja trýst á NSÍ, men enn einaferð eru vit ikki nóg skarpir frammanfyri málið.
– Harley hevði eitt skot á yvirleggjaran og Heðin og Kristoffur høvdu eisini vandamiklar atsøknir, sum tó vóru bjargaðar á málstrikuni.
Lagnu dystur á Tvøroyri
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, sigur at dysturin sunnudagin á Tvøroyri verður ein lagnudystur.
– Støðan er alt annað enn góð hjá okkum í løtuni.
– Hóast eg ikki kann vera misnøgdir við innsatsin hjá leikarunum so mugu vit vinna dystirnar og sunnudagin møta vit TB á Tvøroyri og tað er umráðandi at vit ikki tapa tann dystin.
– Tað er tó altíð torført at spæla á Tvøroyri, men tíbetur kunnu vit nú síggja fram móti fleir heimadystum.Leikararnir hava brúk fyri einum sigri og tí skal alt gerast fyri at venda gongdini í lagnidystinum á Tvøroyri.




