Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar fara á vøllin kl. 16 í dag

Oliver Joensen

Feralagið hjá KÍ kvinnunum er komið væl fram til Makedonia í gjár og í nátt og tá vit tosaðu við tær fyri løtu síðani, vóru tær á veg til fyrsta dystin.

Dysturin ídag verður sum áður frásagt ímóti Sveis og vit fara so vítt gjørligt at leggja út á netið so hvørt leikur fer. Men vit hava seinastu tíðina havt stórar trupulleikar við heimasíðuni, so vit tora ikki at garanterað at hon riggar alla tíðina, men vit krossa fingrar fyri tí.