Um góða viku verður skipað fyri Sjómannadegi í Klaksvík og hetta er helst á fyrsta sinni at eitt slíkt tiltak verður roynt her á landi.
Sambært kortinum sæst, at norðuri á endanum á Stangabrúnni verður ein stórur pallur uppsettur har flestu kappingarnar vera fyriskipaðar. Roknað verður við nógvum fólki til hetta tiltakið. Eisini verður roknað við at skip og bátar aðrastaðni frá koma til Klaksvíkar henda dagin.
Skipað verður fyri morgunmatarborði á Stongunum leygarmorgunin og Sjómannadagurin fær eisini vitjan av verjuskipum. Barskor fer at sigla gomlu fergurutina um vágna. kSkipað verður fyri forvitnisligari framsýning av livandi fiskum og skeljadjórum og ikki minst verður áhugavert at síggja fólkalívsmyndirnar aftur, hesaferð í einum eitt sindur broyttum líki.
Fyrireikingarnar til Sjómannadagin ganga væl og til hæddarpunktið, sum er egnikappingin koma helst ein normaður og ein íslendingur at kappast við besta føroyingin, so spennandi verður, hvør verður heimsmeistari í egning tá sjómannadagurin er av.




