Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Timburhandil ikki seldur í hesum umfarinum

Oliver Joensen

Men broytingarnar eru gjørdar í bygnaðinum, sigur Símun á Høvdanum, sum nú er annar stjórin í Klaksvíkar Timburhandli.

Sum liður í at menna Klaksvíkar Timburhandil, til avbjóðingarnar sum standa fyri framman, nú Norðoyatunnilin gerst veruleiki. Hava samráðingar verið ímillum Klaksvíkar Timburhandil og ymsar aðrar áhugaðar partar.
Ætlanin var at sølan skuldi vera endalig ídag, men Símin á Høvdanum, stjóri sigur, at hetta eydnaðist ikki alíkavæl, men at samráðingar halda áfram.
Broytingar í bygnaðinum eru tó gjørdar ídag, við tað at Símin á Høvdanum fyri stóran part er búsitandi í Danmark og tí er avgjørt, at Klaksvíkar Timburhandil frameftir hevur tveir stjórar, nevniliga Símin á Høvdanum og Eivind Jacobsen av Strondum.
Eivind Jacobsen hevur familjubond til teir í Klaksvíkar Timburhandli og Timburhandilin hevur í mong ár havt tætt samband við Stranda Máling, sum Eivind Jacobsen eisini hevur áhuga í.