Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johnny í Grótinum í Tekniska Skúla í kvøld

Oliver Joensen

Á almennum fundi í Tekniska Skúla í kvøld fer formaðurin í Búskaparráðnum Johnny í Grótinum at greiða frá hví Føroyar ikki hava somu menning sum grannalondini.

Mánakvøldið 12. september fer formaðurin í Búskaparráðinum Johnny í Grótinum, at leggja fram júst útkomnu frágreiðingina hjá Búskaparráðinum, sum tekur støði í Visjón 2015.

Búskaparráðið førir fram, at Føroyar í búskaparligum samanhangi eru eitt ríkt land, men als ikki eins rík og okkara grannalond. Grundleggjandi spurningurin er tí, hvat føroyingar hóast alt hava gjørt rætt seinnu árini og ikki minni, hvat vit hava gjørt skeivt.

Fundurin er almennur og verður á Tekniska skúla kl. 19:00.

Tað er Menningardeildin hjá Klaksvíkar kommunu sum skipar fyri fundinum.