Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

14. september læra vit av søguni?

John William Joensen

Opin fyrispurningur til søgulærarar og skúlaleiðslur í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlum.

Høgni Hoydal
Í morgin eru 59 ár liðin síðani føroyingar atkvøddu fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. 
Hetta er fyrsta og einasta ferð, Føroya fólk er spurt beinleiðis um sína framtíðarstøðu. Føroyingar skuldu velja millum eitt danskt uppskot um heimastýri ella at gerast sjálvstøðug tjóð. 
Meirilutin valdi loysing og vrakaði uppskotið um heimastýri. 
Kortini fingu vit heimastýri og hava tað enn. 

Síðani ber til at hyggja at avleiðingunum. Fólkaræðisliga kunnu vit helst uttan mun til partapolitiska litin semjast um, at tað er brot á allar fólkaræðisligar mannagongdir, at avgerðin á fólkaatkvøðuni ikki varð sett í verk. 
Men til ber eisini at hyggja at avleiðingunum fyri politisku ábyrgdini í landinum, fyri búskaparligu menningini, fyri sosialu menningini og møguleikunum at búleikast í einum heimi, sum broytist skjótari og alsamt.  
Seinastu árini er eisini nógv áhugavert søgutilfar komið fram um ta politisku telvingina í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946.
-Vit vita tildømis (í Svørtu Bók um Føroyar í kalda krígnum), at trýst varð lagt á Danmark bæði úr USA, Bretlandi og Sovjettsamveldinum at forða einum sjálvstøðugum Føroyum, tí allir partar óttaðust fyri, at hin parturin skuldi fáa hernaðarstøðir í Føroyum.
– Undan kavi eru komin skjøl, ið vátta, at longu í 1946 vórðu ætlanir lagdar í danska Forsætismálaráðnum um at gera Føroyar heftar av donskum studningi, so politisku flokkarnir sleptu sínum sjálvstýrispolitikki.
– Eisini er váttað, at Føroyar hava verið nýttar sum ein finna í einum stórpolitiskum talvi undir kalda krígnum, har vit vóru bumbumál og at ein tilvitað villleiðing fór fram frá donskum myndugleikum mótvegis Løgtinginum og almenninginum í Føroyum.
– Og skjalfest er, at USA legði trýst á Danmmark um at senda meira pening til Føroya til tess at doyva loysingarrørsluna, áðrenn hernaðarstøð varð bygd í Føroyum.

Hetta er alt tilfar, ið óheftir granskarar hava gjørt og sum er givið út á prenti.

Næsta ár verða 60 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna í 1946. Tí loyvi eg mær at setya ein almennan fyrispurning til bæði einstøku lærararnar í søgu og samtíðarkunning og til skúlaleiðslurnar á fólkaskúlunum og miðnámsskúlunum:
– Verður undirvíst í hesum evni í skúlunum?
– Og finst nakað skipað tilfar, ið gevur næmingunum høvi at seta spurningar, kanna og viðgera hesar týdningarmiklu hendingar í føroyskari søgu? Hetta eru jú viðurskifti, ið hava beinleiðis týdning fyri dagsins samfelag og fyri framtíðarstøðu Føroya.
– Verður í sambandi við 14. september høvið nýtt til at kasta ljós á søguna og evnir, ið eru tengd at hesum?

Eg vildi fegin fingið svar frá onkrum. Eg minnist meg ikki í míni skúlatíð at hava fingið nakrar upplýsingar um fólkaatkvøðuna og nær tengd evni, fyrr enn eg gekk á HF-skeiði sum 19 ára gamal.
Nú veit eg væl, at nógv halda, at tað kann gerast ov partapolitiskt at taka eitt slíkt evni upp. Men tað er eftir míni bestu sannføring ein undanførsla, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Søguligu hendingarnar og teir upplýsingar, ið vit hava, kunnu viðgerast kritiskt og við møguleikum fyri at lýsa allar tættir. Ein møguleiki hevði tildømis verið at bjóða politikarum við ymsum áskoðanum at kjakast um ymsu útleggingarnar av fólkaatkvøðuni, og gongdini síðani.
Mín egna fatan er vælkend. Vit hava ikki lært av søguni. Hinvegin haldi eg, at vit júst hava endurtikið søguna. Eftir eitt tíðarskeið, har vit hava havt ein greiðan meiriluta millum føroysku veljararnar at gerast sjálvstøðug tjóð, hevur danska stjórnin í staðin bjóðað eitt nýtt heimastýri. Tað hevur løgtingsmeirilutin góðtikið í summar við at samtykkja tvær danskar lógir, ið staðfesta danskt yvirvald í Føroyum uttan at fólkið yvirhøvur er spurt.