Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ pinkur eru føroyameistarar

John William Joensen

Leygardagin vunnu pinkurnar hjá KÍ føroyameistaraheitið fyri triðja árið á rað. Kí var í flokki fyri seg í finaluumfarinum og vann allar dystirnar

Tað hevur gingið strúkandi hjá teimum yngstu KÍ gentunum í ár.
Pinkurnar hava spælt 22 dystir í hesum kappingarárinum, og tær hava ongan dyst tapt. 19 dystir eru vunnir og tríggir endaðir við javnleiki.
KÍ hevur skorað nógv mál, og samanlagt er tað blivin til 102 mál, meðan bara 8 eru farin ígjøgnum. Tað gevur ein samlaðan málmun á +94 mál.
Í innleiðandi kappingunum var KÍ í bólki saman við ÍF og GÍ, og hendan bólkin vann KÍ, hóast ÍF gav harða mótstøðu. Tveir av dystunum ímóti ÍF endaðu við javnleiki, men tá ið KÍ vann hinar báðar, so vóru tær væl
frammanfyri ÍF hóast alt.
Í hálvfinalubólkinum ruddaði KÍ alla mótstøðu til viks. Fimm lið vóru í hesum bólki, men einki av teimum kundi gera nakað við KÍ, sum vann allar sínar 8 dystir. Fleiri ferðir var talan um stórsigrar, og bara í hálvfinalubólkinum var málmunurin +61 mál.

Nógvir góðir spælarar á veg
Í finalubólkinum spældu fýra tey bestu pinkuliðini ímóti hvørjum øðrum.
Umframt KÍ vóru AB, ÍF og VB í finlauni, og tvey umfør vórðu spæld. FSF legði annað umfarið í Vági og hitt á Argjum, men hóast Kí skuldi spæla allar sínar dystir á útivølli, so vunnu tær hvørjaferð.
Ferðin til Vágs var strævin, og har skuldu tær veruliga stríðast fyri úrslitunum. Men tað gekk, tí KÍ vann 2-0 á ÍF og AB, og síðani vann KÍ 2-1 á VB.
Í seinna umfarinum, sum varð spælt á Argjum leygardagin, vóru líkindini einki serlig, men tað varð spælt kortini. KÍ legði harðliga fyri og vann fyrsta dystin 8-0 ímóti VB. Síðani gjørdist tað eisini til tryggar sigrar á ÍF og AB  4-1 ímóti ÍF og 3-1 ímóti AB.
Hetta hevði við sær, at pinkurnar vunnu føroyameistaraheitið triðja árið á rað, og tað er gott fyri gentu- og kvinnufótbóltin í KÍ, at nógvir góðir spælarar eru á veg gjøgnum deildirnar. Eitt er at vinna dystir og FM, men tað týdningarmesta er at menna góðar fótbóltsspælarar, og tað ger KÍ í stórum stíli í løtuni.