Á lítlari samkomu í Árnafirði mikudagin, varð nýggja kommunala vatnreinsiverkið alment tikið í nýtslu.
Eisini Árnafjørður hevur nú fingið sóttreinsað vatn í kránarnar og í Árnafirði bleiv boðað frá, at nú var bert eftir at gera reinsiverk í tí partinum av Kalsoynni, ið hoyrir undir Klaksvíkar Kommunu.
Reinsiverkið í Árnafirði er dimensionerað til at kunna reinsa 16 tons av vatni um tíman.
Afturat reinsiverkinum er eisini ein vatngoymsla bygd, ið tekur um 80 rúmmetrar av vatni.
Vatnnýtslan í Árnafirði er ikki stór í løtuni orsakað av at flakavirkið liggur stilt, men fer tað ígongd aftur, so klárar reinsiverkið væl tað eisini.
Tað vóru teir báðir Kristian Fr. Olsen og Steinbjørn Jacobsen, ið skrúvaðu frá vatninum. Kristian Fr. skrúvaði frá vatninum úr Stórhøvdaánni til vatnreinsiverkið ímeðan Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri skrúvaði frá vatninum frá reinsiverkinum og út á vatnleiðingarnar í Árnafirði.
Inni í reisiverkinum er eitt sandfyltur, sum fyrst filtrerar vatnið og síðani eitt UV-filtur, ið við strálum drepur møguligar bakteriur í vatninum, sagt varð eisini, at góðir møguleikar eru at økja um orkuna hjá vatnreinsiverkinum um tørvur er á tí í framtíðini.




