Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UPPSKOT TIL FÍGGJARLÓG STYRKIR VIÐBREKNAN BÚSKAP

John William Joensen

Fallandi inntøkur í fiskivinnuni og støðugt vaksandi oljuprísir eru hóttanir móti føroyska búskapinum uppá stutt sikt. Tí fáa vit enn eitt ár við halli á fíggjarlógini. Allar løguútreiðslur skapa virksemi í landinum, og uppskotið til fíggjarlóg fyri 2006 vísir, at landsstýrið er um at koma útreiðsluvøkstrinum seinastu árini til lívs


Við uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 styrkir landsstýrið viðbrekna føroyska búskapin.
 
Vaksandi oljuprísir og vánaliga gongdin í høvuðsvinnuni eru nóg stórar hóttanir móti føroyska búskapinum. Í slíkum tíðum eigur landsstýrið ikki at tálma búskaparliga virkseminum, og tí velja vit tilvitað at hava virksemisskapandi løgur á fíggjarlógaruppskotinum, sum gevur hall, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
 
Hann leggur í dag fyri Tingið uppskot til fíggjarlóg fyri 2006. Hallið er 219 mió. kr., sum er nakað minni enn metta úrslitið í ár.
 

Tey eldru, útbúgving og heilsuverk verða raðfest frammalaga í 2006, bæði í løgum og rakstri. Í eldrarøktini verða fleiri nýggir stovnar tiknir í nýtslu, og raksturin verður hækkaður.
 
Visjón 2015 er sett á dagsskrá, og í fíggjarlógaruppskotinum fara heili 23 prosent av løgunum til útbúgving. Serliga fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir verða raðfestir høgt.
 
Í heilsuverkinum eru tað útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið, sum vaksa mest, og 18 prosent av løgunum verða lagdar innan heilsu- og almannaøkið.
 

Prísirnir á fiskaútflutninginum eru vaksandi, men tað eru oljuprísirnir eisini. Samfelagið er bundið av oljuni, og tí hótta vaksandi oljuprísir gongdina í føroyska búskapinum uppá stutt sikt. Eingin vissa er fyri, at oljan gerst nógv bíligari, og tí má føroyska samfelagið laga seg til broytingina. Tað gerst tó ikki eftir einum degi.
 
Hóast hesar trupulleikar er búskapur okkara grundleggjandi sunnur. Arbeiðsloysið er lágt, inflatiónin er lág, og munandi avlop er á gjaldsjavnanum.
 
Eisini eru glottar at hóma longri frammi. Alivinnan økir væntandi framleiðslu sína í 2007 og 2008 og kann aftur gerast eitt gott búskaparligt íkast. Royndarboringar eftir olju verða gjørdar komandi árini, og vónandi fara tær at geva úrslit.
 

Við verandi búskaparútlitum velur landsstýrið at leggja fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum lættir um búskaparliga.
 
Virksemisskapandi politikkurin heldur fram. Umleið 30 prosent av løgunum fara til vega- og samferðslunetið kring landið, og íløgurnar verða spjaddar, so tær eru mest virksemisskapandi, har arbeiðsloysið er størst.
 
Samstundis skulu útreiðslurnar tálmast. Vøksturin í almennu útreiðslunum var upp á sítt hægsta í 2002, men landsstýrið hevur fingið betri tamarhald á útreiðsluvøkstrinum seinastu árini. Lønarútreiðslurnar ávirka mest, og stóri lønarvøksturin seinastu árini kann ikki halda fram. Tí er einki sett av til lønarvøkstur á fíggjarlógaruppskotinum.
 
Útreiðslur landskassans fara eisini at minka í 2006, tí ymiskt virksemi verður flutt úr landskassanum. Barsilsskipanin fer út til arbeiðsmarknaðin og barnaverndin til kommunurnar. Hetta minkar rakstrarútreiðslur landskassans, men aftur fyri, at hesi ábyrgdarøki verða flutt úr landskassanum, verður endurgjald latið umvegis landsskattin.
 

Fyri at fáa betri samsvar millum inntøkur og útreiðslur landskassans í 2006 er neyðugt við nýggjum inntøkulógum, og landsstýrið fer at skjóta upp fyri Løgtingið, at vektgjaldið og punktgjøldini á tubbakki hækka.
 
Fyri at minka trýstið á landskassan, fer landsstýrið at samráðast við donsku stjórnina um at umfíggja skuld til ríkiskassan, so at rentuútreiðslur lands­kassans minka. Marknaðarrentan er væl lægri enn fasta rentan á annuitetsláninum til danska ríkiskassan, og eingi útlit eru til, at rentan hækkar nakað stórvegis aftur í bræði.
 
Einskiljing av almennum fyritøkum byrjar í 2006, men inntøkur frá einskiljingum eru ikki tiknar við í fíggjarlógar­upp­skotið.
 

Í stuttum kann nevnast, at hallið (RLÚ-úrslitið) á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 er 219 mió. kr. Inntøkurnar eru mettar til 3,421 mia. kr. Av hesum er skattur 1,393 mia. kr. Avgjøld, tollur o.a. eru 1,397 mia. kr. Heildarveitingin o.a. úr danska ríkiskassanum er 631 mió. kr.
 
Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) eru mettar til 3,640 mia. kr. Herav eru rakstrarútreiðslur 3,422 mia. kr., løguútreiðslurnar eru 185 mió. kr. og rentuútreiðslurnar eru 33 mió. kr.
 

Harleywoodpaint