Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsagnir í Heimarøktini

Oliver Joensen

Orsakað av stórum broytingum í Heimarøktini, boðar Heimarøktin nú frá uppsagnum. Tíðindaskrivið frá stovninum er soljóðandi:

Virksemið fer at økjast nógv innan eldraøkið næsta ár. Trý nýggj røktarheim verða innan næsta hálva árið latin upp í ávikavist Streymnesi, Runavík og Tórshavn. Talan er um 72 nýggj røktarheimspláss, og umleið 60 nýggj fulltíðarstørv verða skipað og lýst leys.
 
Samstundis sum nýggju røktarheimini verða tikin í nýtslu, væntast trýstið á Heimarøktina úti í heimunum at minka nakað. Av hesi orsøk er í fíggjarlógaruppskotinum 2006 framd ein umskipan av játtanini innan eldraøkið frá Heimarøktini til røktarheimsøkið. Hetta kemur at viðføra broytingar í Heimarøktini, tí samstundis sum fleiri nýggj arbeiðspláss verða skipað á nýggju røktarheimunum, hvørva nøkur arbeiðspláss í heimarøktina úti í heimunum.
 
Umskipanin av játtanini innan eldraøkið til frama fyri nýggju stovnsplássini merkir sambært fíggjarlógaruppskotinum 2006, at samstundis sum játtanin til røktarheimini øktist við heilum 23 mió. krónum, minkar játtanin til Heimarøktina við umleið 4 mió. krónum. Hetta svarar til 15 18 starvsfólk ella umleið 12 fulltíðarstørv. Økini, ið verða fyri minking, eru Eysturoy, Vágar/Norðurstreymoy og Suðurstreymoy, t.v.s. somu økir, sum næsta ár fáa nýggj røktarheim.
 
Fyrireikingarnar til minkingina av starvsfólkatalinum í Heimarøktini eru longu farnar í gongd. Tíðin til 1. januar 2006 er stutt, og flestu starvsfólk hava uppsagnartíð. Hoyringsskriv um ætlaðar uppsagnir verða send til starvsfólkini í hesi vikuni.
 
Í Heimarøktini starvast dagliga umleið 500 starvsfólk.
 
 
 
Tórshavn, 12. oktober 2005
 
Mary J. í Garðistjóri