sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Annfinn Kalsberg, sum heldur at kravið frá Starvsmannafelagnum er heilt burtur við
– Eg vænti at øll samgongan tekur undir við uppskotinum frá landdstýrinum og eg má siga sum er, at nú eru vit komnir at markinum til hvat vit kunnu gjalda í almennum lønum.
– Eg haldi at spurningurin er rættuliga prinsipiellur tí tað kann ikki vera rætt at útjaðarin skal vera raktur hvørjaferð verkfall er.
– Tað kann heldur ikki góðtakast at vit nú skulu hækka lønargjaldingarnar hjá tí almenna við 20 milliónum krónum tí taka vit t.d. støðuna í summar tá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki vildi fara í verkfall fyri júst at varðveita arbeiðspláss so vildi undirskriftin hjá fíggjarmálaráðharranum ført til at Starvsmannafelagið hevði tikið hesi somu arbeiðspáss butur.
Vit kunnu ikki halda fram við at gera størri mun millum lønirnar í produktivu arbeiðsplássunum í samfelagnum og tey alement løntu.




