Nýggja Formulasteypið er nakað heilt serligt. Tað er hondgjørt úr hálvum triðja kilo av silvur. Hæddin er 40 cm og útskeringarnar ímynda føroyskt landslag
Tá HB vann FM heitið í fjør vunnu teir samstundis FM-steypið til ognar og tí gjørdist neyðugt hjá Fótbóltssambandinum at finna nýtt ferðasteyp. Í hesum sambandi bleiv heitt á FA Eilif Arge í Klaksvík og tey tóku uppgávuna í stórum álvara.
– Eg sá tað sum eina stóra æru at fáa uppgávuna og fór tí at leita eftir silvursmiði sum kundi kundi loysa hesa uppgávuna, sigur Magnus Arge.
– Eg vendi mær til kenda danska silvursmiðin Claus Bjerring í Keypmannahavn og bleiv hann sera spentur og segði at hann mátti koma til Føroyar fyri at fáa insperatión til at gera hetta serstaka steypið.
– Hann legði dent á at tað hevði stóran týdning at steypið ímyndaði okkurt serstakt føroyskt og í samtalunum millum okkum umtalaði hann steypið sum tjóðarsteyp føroyinga.
Ferðaðist kring norðoyggjar
Claus Bjerring kom so til Føroyar og saman við Magnus vitjaði hann ymisk støð í Norðoyggjum.
– Fundur var eisini avtalaður við FSF í Tórshavn og fyri at náa fundin mátti farast tíðliga við Dúgvuni.
– Tað sum síðani hendi var at Claus vaknar tíðliga fyri at náa bátin, og riggar seg til at fara aftur til Danmark. Men áðrenn hann fer avstað skal sjálvandi morgunmaturin fáast frá hondini men tá hann kemur á matstovuna finnur hann út av at hann koyrir upp á danska tíð og tískil er ein tími til matstovan letur upp.
– Fyri at brúka tíðina skilagott setir hann seg at gera eitt uppskot afturat teimum trimum sum hann hevði gjørt frammanundan.
– Tá vit so koma á fundin við FSF byrjar samrøðan fyrst um tey uppskot sum hann hevði sent okkum frammanundan. Síðani nevnir hann at hann hevði gjørt eitt fjóðra uppskot í morgun á Sjómannsheiminum og tá hann vísir tað fram eru allir á einum máli um at hetta er rætta steypið.
Prýðiligt steyp
At nýggja Formulasteypið er prýðiligt er eyðsæð.
Steypið er hondgjørt úr hálvum triðja kilo av silvur. Hæddin er 40 cm og útskeringarnar ímynda hamrar og fjøll umframt havið.
Í løtuni er steypið í Klaksvík men leygardagin ferð tað fyri fyrstuferð av bygdini og so er spurningurin um tað endar í Havn ella á Skála.
Framleiðari av prýðiliga steypinum FA Eilif Arge er stórsti veitari av steypum og heiðursmerkjum til allan ítrótt í Føroyum. Magnus sigur at tey hava framúrgóðar umstøður at gravera og útgerðin er av nýggjasta slag og mest framkomin í landinum.




