Nú er komið fram, at Landstýrismaðurin í Mentamálum ætlar at leggja HF-skeiðini í Eysturoy og Klaksvík saman. Grundgevingin er, at nú koyrandi verður ímillum Klaksvík og Eysturoy má samskipast so tilboðini eru so bílig sum til ber.
Sjálvandi skal tað almenna altíð rekast so bíligt og gott sum til ber. Hetta kann gerast á fleiri mátar, hvat við at kannað um tað ikki kann gerast bæði bíligari og ikki minst betur við at samskipa HF við skúlarnir ið eru á staðnum í Klaksvík ?
Sum er, er Klaksvíkar HF skeið tað HF skeiðið, ið hevur virkað mest sambært sínum endamálið nevniliga at vera ein eftirútbúgvingarmøguleiki fyri tilkomin fólk , serliga ungar kvinnur við børnum. Um HF-skeiðið verður flutt kann ein ikki væntað at hesin bólkur í sama mun ferð at hava møguleika at útbúgva seg. So vítt eg veit eru væl fleiri næmingar á HF-skeiðnum í Klaksvík enn í Eysturoy og tað kemur óivað av at í Eysturoy eru fleiri onnur tilboð, bæði studenta- og handilsskúli. Eisini búgva flestu lærarnir sum í dag undirvísa á Klaksvíkar HF-skeiði í Klaksvík, verður skeiðið flutt skulu hesir hava løn fyri at ferðast til arbeiðis.
Vil landstýrismaðurin avtaka møguleikan hjá tilkomnum kvinnum at útbúgva seg samstundis sum visión 2015 setir sær sum mál at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving ella líknandi ? Hví skal ein broyta tað ið virkar væl.
Klaksvíkin hevur fleiri vælvirkandi skúlar ið liggja spjaddir runt í Klaksvík og tí, hvør í sínum lagi eru smáar eindir, ið lættliga kunnu rationaliserast til Eysturoy og Havnar. Skal útbúgvingar politikkurin við Visión 2015 eisini galda fyri Norðoyggjar so eigur landsstýrismaðurin at hyggja at skúlunum í Klaksvík sum eini heild og kannað hvussu hesir saman kunnu virka bíligari og betur í Klaksvík. Rationaliseringar kunnu, sum øllum kunnugt, eisini gerast á staðnum.
Latið okkum varðveita eitt fjøltáttað útbúgvingartilboð til øll í Føroyum eisini í Norðoyggjum !
Eyðgunn Samuelsen.




