Nú Norðoyatunnilin skjótt letur upp, skapar tað undran at síggja, hvussu óskipað landsstýrið velur at handla í spurningunum í almennu stovnarnar í Norðoyggjunum.
Tá nú tveir landsstýrismenn – óheftir av hvør øðrum – hava boðað frá, at fyrst Toll og Skatt og síðani Klaksvíkar HF skeið skulu flytast úr Klaksvík vegna rationaliseringar, má tað vera greitt, at landsstýrið onga ætlan hevur við skipanini av almennu stovnunum í Norðoyggjunum og Eysturoyggini, eftir at ein risa íløga í infrabygnaðin er í fer við at binda størstu framleiðsluøkini í landinum saman við Norðoyatunlinum.
Minsta kravið til landsstýrið má vera, at ein samlað ætlan fyri almennu stovnarnar í hesum økjum verður gjørd og viðgjørd av øllum viðkomandi pørtum, áðrenn landsstýrismenn í hvør sínum lagi royna at finna sparingar við at niðurleggja og flyta runt við teimum fáu almennum stovnunum, sum enn liggja uttanfyri høvuðsstaðin.
Niðurlegging av stovnum er eisini ein álvarsamur spurningur fyri tænastu- og handilsvinnuna í útjaðaranum. Hesar vinnur arbeiða við smáum marginalum, og eru tí sárbærar yvirfyri øllum sveiggjum í búskapinum. Tí kunnu vit illa liva við slíkum óskipaðum politiskum inntrivum, sum í longdini kunnu fáa stóran búskaparligan týdning fyri lokalsamfelagið.
Í eini slíkari ætlan hevði tað eisini verið upplagt og áhugavert at fingið realistiskar metingar um, hvørjir fyrimunir kundi verið við at flyta relevantar stovnar út úr Havnini.
Men arbeiðslagið hjá landsstýrinum higartil í hesum máli má sigast at vera sera lítið framskygt, og tað er stórt spell, tí niðurleggingin av Toll og skatt og HF-skeiðinum í Klaksvík eru rættuliga keðilig tekin at fáa, nú tað stóra frambrotið við Norðoyatunnilinum stendur beint fyri framman.
Okkara ráð til landstýrismennirnar skulu tí verða, at teir sláa kalt vatn í blóðið og seta sær fyri at gera eina heildarætlan um plasering av stovnum. Henda heildarætlan skal umfata allar teir almennu tænastustovnarnar, so at allir landsins íbúgvar kunnu vita, hvat vit kunnu væntað okkum, bæði tá tað snýr seg um tænastustøði og eisini um liviumstøður sum heild.
Vinarliga
Hilmar Danielsen
Vinnulívsmaður
Rani Nolsøe
Býráðslimur




