Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sýna fram umbygging av Føroya Banka

Oliver Joensen

Í samband við móttøkuna ídag, sýnir Føroya Banki fram skitsur av ætlaðari umbygging av deildini.

Tað hevur leingið verið kent, at Føroya Banki hevur havt í hyggju at gera bygningin á Fornagørðum meira atkomiligan hjá viðskiftafólki, og í samband við 50 ára haldið ídag, sum er sett at byrja kl. 15, er eisini ein framsýning í bankanum av skitsum yvir ætlaðu broytingarnar.
Hans Petur Clementsen, deildarleiðari sigur við Norðlýsið at hann roknar við at hæddarpunktið á móttøkuni byrjar kl. 16 ídag við talum og tí sum er fyrireikað til móttøkuna, og nýtir enn einaferð høvi at bjóða øllum vælkomnum í Føroya Banka.