Tað hevur gingið væl í heyst við fiskiskapinum. Menn leggja nógv fyri og onkur bátur hevur havt upp í 18 túrar í oktober.
Heystið Hevur verið gott hjá útróðrarbátunum, sigur Ólavur Poulsen, sum er á veg norðureftir við Søkanum í kvøld. Vit avreiddu 5000 pund ídag, og tað er væl brúkiligt við góðu prísunum, sum eru á fiskinum ídag. Aðrir bátar avreiddu upp í 10000 pund.
Slagið vit fáa á línuni er eisini gott, umleið helvt um helvt er hýsa og toskur og harafturat er ein hóskilig blanding av smáum og stórum fiski, so vit halda at tað sær rættiliga gott út.
Men tað hevur viðrað serstakliga illa og sigast má at menn hava lagt nógv fyri, onkur av bátunum er komin heilt upp í 18 túrar í oktober mánaða, so tað hevur verið hart hjá útróðrarmonnunum í heyst.




