Vinnuhúsið hevur í sínum strategiuppleggi um útbúgving og gransking sett ljóskastaran á at menna íverksetan og nýhugsan í Føroyum.
Somu hugsannir komu eisini fram á fyrilestri, ið Vinnulívsráðið í Klaksvík skipaði fyri í farnu viku, har stjórin í vinnulívsráðnum í Herning greiddi frá teirra royndum at skapa nýggj arbeiðspláss, tá ið tey mistu ein stóran part av arbeiðsplássum til Eysturevropa fyrst í nítiárunum.
HT-útbúgvingin, sum er á Tekniska Skúla í Klaksvík, er ein 3 ára tøknilig gymnasial útbúgving. Lyklaorðið í útbúgvingini er tvørfakligt arbeiði har tøknifrøðin og náttúrúvísind og samfelagsfrøði gongur upp í eina hægri eind. Hartil koma vanligar lærugreinir so sum Enskt, Føroyskt og KT. Arbeiðshættirnir gera næmingarnar førar fyri at arbeiða sjálvstøðugt, seta vitan saman frá ymsum lærugreinum, menna hugskot og at arbeiða saman í toymum.
HT 1
Fyrsta árið hevur næmingurin lærugreinirnar yrkisfak (8 tímar/viku) og kt/tøknifrøði (3t/viku) har dentur verður lagdur á at kenna ymisk fakøki. Hesi eru el, timbur, jarn, miðlar og samskifti og prosess og matvøra. Undirvísingin er tvørfaklig og í stóran mun verður arbeitt við verkætlanum. Hetta er eitt slag av innleiðslu til ørðvísi arbeiðshættir. Tá ið HT 1 er lokið, hevur næmingurin eisini staðið 6 lærugreinir á C-stigi nevniliga : føroyskt, enskt, alisfrøði, støddfrøði, evnafrøði og lívfrøði.
HT 2
Annað árið verður hildið fram við omanfyrinevndu lærugreinum á B-stigi. Tvær lærugreinir koma aftrat : tøknifrøði B og samfelagsfrøði C. Eisini velja næmingarnir tvær lærugreinir t.d heimspeki, virkisbúskap og/ella infotøkni.
Lærugreinin tøknifrøði B er samansett av evnum sum: framleiðsla, tøknifrøði og samfelag, vørumenning, framleiðsla av lutum, infotøkni, dokumentatión av arbeiðshátti og valdum loysnum og framløga av verkætlan. Hvør verkætlan, sum er tvørfaklig og tætt knýtt at samfelagsfrøði, gongur yvir 6 vikur og evnini eru ymisk. Tann seinasta er ein próvtøkuverkætlan.
HT 3
Triðja árið er lærugreinin Tøkni A stig (12 tímar/viku) kravd og her velur næmingurin eina av breytunum: Miðlar og Samskifti, Eltøkni, Byggitøkni, Maskintøkni ella Prosess og matvøra. Ì Tøkni A verður arbeitt á sama hátt sum í Tøknifrøði B, har skift verður ímillum ástøðiliga undirvísing og verkætlannir.
Eisini kann næmingurin velja Tøknifrøði á A stigi ( 5 tímar um vikuna) har teorin er miðvíst arbeiði við íverksetan og nýhugsan. Í hesum sambandi arbeiða næmingarnir sum eitt virki í eitt ár, tey læra at menna hugskot, stovna virki, gera forrætningsplan, seta upp rakstrarætlan, at kannað marknaðin, um sølu og marknaðarføring við meira. Næmingarnir menna eitt hugskot frá byrjan til enda, til dømis hava teir tvær ferðir luttikið í EBG. Fyrra hugskotið var eitt virkið, ið kallaðist U-design, har kundin á eini heimasíðu á alnótini sniðgav sína vøru. Veljast kundi millum 10 prototypir av eini lampu sum virkið síðan framleiddi eftir sniðgevingini hjá kundanum. Næmingarnir framleiddu lampurnar á timburdeild skúlans.
Seinna hugskotið var ein garnhaldari, gjørdur á maskindeildini, ið nýttur verður, tá ið ein bindur við fleiri ymiskum litum í senn, so garnið ikki fløkist. Henda lut var Mayflower í Danmark áhuga í et keypa eins og fleiri føroyskir tógvhandlar.
HT útbúgvingin er tí ein sera vælegnað útbúgving til tey ið ynskja sær bæði ein bókligan og praktiskan førleika, eitt nú tí tey kundu hugsað sær at verið íverksetari og menna egin hugskot.
Umsóknarfreistin til at byrja á HT útbúgingini komandi skúlaár er tann 15 mars 2006. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tekniska Skúla í Klaksvík tlf 456311 ella www.tsk.fo




