Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur tunnils- og ferðslufundur í Ósáskúlanum

Oliver Joensen

Nú Norðoyatunnilin skal lata upp, verður skipað fyri stórum borgarafundi í Ósáskúlanum, har høvi verður at seta ferðsluspurningar og spurningar um Norðoyatunnilin.

Mikukvøldið, t.e. í annaðkvøld verður eitt gott høvi hjá norðoyingum at kunna seg meira um Norðoyatunnilin og ferðslu í tí sambandinum.
Borgarafundurin í Ósáskúlanum er settur til at vera mikukvøldið 8. februar kl. 19.00.
Við á fundinum verða umboð fyri: Klaksvíkar Kommunu, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Løgregluna, Ambulansutænastuna, Sløkkiliðið, Landsverk, Norðoyatunnilin, Hvannasunds Kommunu, Viðareiðis Kommunu og Kunoyar/Haraldssunds kommunu.
Tankin er at fundurin skal vera uppbyggjandi og gevandi og skal hann vera ein stuðul til tey, sum skulu taka avgerðir og kunning til teirra sum skulu brúka Norðoyatunnilin og vegirnar í tí sambandi.