Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tekur næsta stigið í Visión 2009

John William Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag stovnar nú saman við vinnulívinum í Klaksvík eitt nýtt smápartafelag, sum skal reka besta mansliðið og kvinnuliðið hjá KÍ.

Hetta er ein liður í Visión 2009, har KÍ hevur sett sær fyri at gerast besta fótbóltsfelagið í landinum. Fyrsta stigið í hesi ætlan var tikið í fjør, tá ið Tony Paris varð settur sum høvuðsvenjari hjá felagnum. Hann skal hava ábyrgdina av ítróttarligu menningini hjá KÍ fram ímóti 2009.
 
Nú verður umsitingarligi parturin kring besta mansliðið og besta kvinnulið styrktur við einum nýggjum felag, har vinnulívið í Klaksvík fer nógv meira aktivt inn í raksturin við partapeningi, stuðulsavtalum og know-how. Fyri at hetta skal lata seg gera, er neyðugt at stovna eitt nýtt felag, og Sp/f KÍ Fótbóltur verður veruleiki fyrsta dagin.
 
Besta mansliðið hjá KÍ hevur í meira enn eitt ár verið rikið av smápartafelagnum sp/f Fyriskipan, sum KÍ hevur átt meirilutan í, men nú verður gingið burtur hesari konstruktiónini fyri at fáa vinnulívið meira virkið í rakstrinum.
 
Ein onnur broyting er eisini, at kvinnuliðið hjá KÍ, sum hevur verið mest vinnandi liðið í føroyskum fótbólti seinastu árini, eisini verður við í nýggja felagnum. Við hesum verður staðfest, at høgu málini hjá felagnum eisini umfata kvinnufótbóltin hjá KÍ.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Harleyfacadeacryl