Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur ið dagliga tekur ímóti 140 børnum í aldrinum 0 – 9 ár.
Vit hava vøggustovu, barnagarð, útibarnagarðar og frítíðarskúla.
Vit leggja stóran dent á, at arbeiða út frá tí børnini eru hugtikin av, og tí leggja vit dagin til rættis eftir.
Tað er av stórum týdningi at -lívskuffertið- hjá barninum verður tikið í stórsta álvara.
Vit søkja eftir fólkið sum vit kunnu heita á, tá okkara fólk eru sjúk, eru á skeið v.m.
Vit ynskja okkum fólk sum:
* eru fleksibul
* eru opin fyri nýhugsan
* kunnu stuðla við góðum samstarvi á einum stórum stovni.
* hava hug at arbeiða við børnum.
Vit bjóða:
* eitt Mylnuhús í menning
* eitt Mylnuhús við nógvum børnum og vaksnum
* eitt Mylnuhús við góðum foreldra- og samstarvsfelagum
* eitt Mylnuhús har tað er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor
Starvið er at seta skjótast gjørligt,
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálastýrið.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran Hanna Thøgersen tlf. 457788 / 217789
Umsóknir til starvið, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagið mikudagin 1. mars 2006
MYLNUHÚSIÐ
Mylnugøta 10
700 Klaksvík
mylnuhusid@mylnuhusid.fo




