Kemur møguliga á Klaksvík í Kvøld á veg til Fuglafjarðar at leggja veiðuna upp.
Vesturvón fór úr Føroyum 29. november og byrjaði fiskiskap 6. desember. Teir royndu í russiskum sjógvi til 12. januar tá teir fóru í norskan sjógv. Nú teir hava verið á fiskileið í umleið 2½ mánaða hava teir 600 tons í lastini og tað eru teir væl nøgdir við.
32 mans eru við Vesturvón. Veiðan verður løgd upp hjá Bergfrost í Fuglafirði. Norðlýsið frættir, at um Vesturvón leggur at í Klaksvík við fólki í kvøld, so verður hann helst her um 22.30 tíðina.




