Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk ið ikki vita, at tey eru deyð

John William Joensen

Fólk ið ikki vita, at tey eru deyð var kosin at vera undarligasta bókaheiti.

Daily Telegraph gjørdi fyri stuttum eina kanning, um hvat fyri bókaheiti, lesararnir hildu vera tað undarligasta. Vinnarin gjørdist bók um paranormal viðurskifti, við heitinum Fólk ið ikki vita, at tey eru deyð; hvussu tey knýta seg til illgrunaleysar áskoðarar og hvat kann gerast við hetta (People Who Don’t Know They’re Dead: How They Attach Themselves to Unsuspecting Bystanders and What to Do About It). 
Presidenturin fyri Amerikanska forlagið Red Wheel,  Michael Karber, sigur í hesum sambandi, at nú bókin er vorðin kend, hava vit ætlanir um at gera hesa bókina til ein part av einari røð. Komandi heiti verða: Fólk ið ikki vita, at tey eru býtt, Fólk ið ikki vita, at tey eru feit og Fólk ið ikki vita, at tey ikki duga at lesa.
Fyrrverandi vinnara av hesum heldur ivasama heiðuri eru: Hvussu tú bumbusikrar tín hest og Hvussu kann sleppast undan risastórum skipum.