Norðoyatunnilin letur skjótt upp. Sera nógv uppruddingar og snøggingararbeiði er í gongd í tí sambandinum.
Lorvíksmegin er menn við at fríðkað rundan um "portalin" á tunlinum. Benið verður slættað og ruddað fyri grót, síðani skal mold tyrvast útyvir og sáast í sárið.
Inni í tunnlinum er eisini ferð á monnum, har rokast telefonmenn, Sev fólk, elektrikarar, teir, sum stoypa kantsteinar og ein hópur av øðrum fak- og ófaklærdum. Alt skal vera liðugt til dagin tá renningin verður 23. apríl og ídag kom fyrsta innbjóðingin í samband við tunnilsfestivasið.




