Aftur í ár verður skipað fyri einari barnasangløtu í Kunoyar Kirkju skíriskvøld kl. 19.30.
Í fjør var undirtøkan sera góð. Kirkjan var fullsett, og vóna vit at tað aftur í ár verður líka góð undirtøka. Í ár verður tað barnaráðgevin hjá heimamissiónini Marjon Poulsen, sum kemur at luttaka.
Tað verður nógvur sangur, eisini koma ung úr vágunum at framføra drama. Hendan løtan hevur nógv spennandi á skránni.
Sangløtan er fyri allar aldursbólkar, verður sagt úr Kunoy.




