Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harfríðkanarkvinnur á skeiði

Oliver Joensen

Fyri nøkrum døgum síðani varð skipað fyri skeiði fyri frisørar á nýggju frisørstovuni "New Hair Fashion" við Nólsoyar Páls Gøtu.

Tað var Mariann frá Royal Hárfríðkan úr Vestmanna, sum helt skeiðið fyri frisørunum úr Klaksvík. Malan Vágsgarð, sum eigur "New Hair Fashion", sigur, at tað eru fleiri ár gingin síðani skipað varð fyri slíkum skeiði í Klaksvík og vit hugnaðu okkum rættuliga, nú vit allar vóru saman til hetta skeiðið.
Tað er altíð hugaligt at fáa hugskot uttanífra og tað er onki at ivast í, at nú Norðoyatunnilin verður opin, fer at vera skipað fyri fleiri tílíkum skeiðum. Tað hevur verið vanligt at farið til Havnar á Skeið, men nú eru møguleikarnir nógv betur at fáa fyrilestrarar hendavegin ístaðin fyri at vit allar fara til Havnar, sigur Malan Vágsgarð at enda.