Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónandi megna vit at gera tingini betri

John William Joensen

sigur Jónsvein Knudsen, sum er ein av eigarunum í Højgaards Handilsvirkið sum í dag hevur keypt Klement Petersen.

Tað eru teir tríggir, Rodmund Nielsen, Jónsvein Knudsen og Jóhannes Danielsen, sum fyri stuttum keyptu Klaksvíkar Timburhandil og sum nú eisini hava keypt P/F Klement Petersen.
– Endamálið hjá okkum er at gera tingini betri og nú vit hava eina fyritøku sum spennir frá timburhandlunum í Runavík, Fuglafirði og Klaksvík til Klement Petersen i Saltangará, eru góðir møguleikar at samskipa innkeypið.
– Vit eru júst nú í ferð við at umskipað handilsbúðina hjá timburhandlinum í Klaksvík og komandi tíðina fara vit at geva fyritøkuni eitt felags look.
– Fyritøkurnar koma tó at koyra sjálvstøðugt og vit fara at leggja stóran dent á at veita so góða tænastu til nærumhvørvið sum gjørligt, sigur Jónsvein Knudsen, við Norðlýsið.

Harleywoodpaint