Seinastu dagarnar hevur Atlantis sýnt ein rættuliga góðan, Oscar vinnandi, film. Filmurin snýr seg um tann tiltikna Johnny Cash. Og seinasta sýningin verður í kvøld, týskvøldið 13.06.06. kl. 21:00.
Walk The Line er ein filmur um tann tiltikna Johnny Cash (leiktur av Joaquin Phoenix), filmurin fylgir honum heilt frá teimum traumatisku barnaárinum sum sonur ein fátækan smábónda, og til hansara heldur villa turnelív saman við rock and roll og countrylegendunum Elvis Presley, Carl Perkins, Roy Orbinson, Jerry Lee Lewis og Waylon Jennings, og hansara samlív og hjúnalag, við June Carter Cash (leikt av Reese Witherspoon) heilt fram til tað ógloymandi konsertina í Folsom Prison í 1968.
Drama. 135 min. 12 ár. kr. 70,-. Joaquin Phoenix, Reese Witherspoon, Robert Patrick.




