Vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá Palla Ziskason, sum er á søluferð í Ho Shi Minh í Vietnam.
Vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá Palla Ziskason, sum er á søluferð í Ho Shi Minh í Vietnam.
Hann greiðir eisini frá, at hann kom til Ho Shi Minh mánamorgunin. Í Ho Shi Minh er sera heitt: um 35-38 gradir; um dagarnar eru tó eingin sól, og um kvøldarnar er tora og regn. Tá klokkan er 12:00 í Føroyum er klokkan í Ho Shi Minh 18:00
Palli sigur, at hann var á fiskamarknaðinum har og í dag og vísti føroyskan
svartkjaft til ymiskar kundar. Á marknaðinum verða uml. 3-4.000 tons handla dagliga. Í býnum búgva um 10 mill; og eta øll hesi mongu fólkini rættiliga nógvan fisk.
Annars gongur væl, sigur Palli, ið leygardagin fer til Singapore. Tá verður kanska okkurt nýtt at frætta frá honum.




