Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. floks næmingar á Viðareiðis Skúla fingu hjálm

John D. Olsen

Aftur í ár fáa børn í 1. flokkunum í Føroyum Kiwanishjálmar.

Týsdagin vóru umboð fyri Kiwanis, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Sparikassa á Viðareiðis Skúla og góvu børnunum súkkluhjálmar.

Eins og undanfarin ár gevur Kiwanis Føroyar børnunum í 1. flokki, ein súkkluhjálm, nú summarið stundar til.
Tað er í samarbeiðið við Ráðið fyri Ferðslutrygd, Skipafelagið Føroyar, MBF og Føroya Sparikassa at Kiwanis gevur øllum børnum, ið ganga í 1. flokki í Føroyum ein hjálm til gávus. Harafturat fáa tey í ár eisini eina plakat, við myndum og teksti, ið bendir tilvitanina hjá børnunum til ferðslutrygd.

Í Norðoyggjunum

Týsdagin vóru umboð fyri Kiwanis, Ráðið fyri Ferðslutrygd, umvegis nýggju deildina hjá Føroya Sparikassa, norðuri í Klaksvík, á veg til skúlarnar norðanfyri.
Á Viðareiði fingu tey fimm 1. floks børnini hvør sín hjálm.
Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur í tíðindaskrivið, at
summartíð er súkklutíð – og at súkkla er bæði sunt og stuttligt, men ikki vandaleyst – og tað er serliga høvdið, tað gongur útyvir. Tí er best at vera í hjálmi, tá ið tú ert á súkklu, á rullufjøl ella á rulluskoytum. Sannroyndin er, at um vit ikki alla tíðina verða mint á at nýta hjálm, so gloyma vit tað. Um spurningin um hví vit skulu nýta hjálm, sigur Jón stutt: koma vit fyri óhappi á súkklu, er tað sera ofta høvdið, sum tekur og skaði á høvdið kann elva til ólekjandi heilaskaða! Hjálmurinn minkar nógv um álvarsligu skaðarnar – upp í 80%.

Ein liður

Rúna Sivertsen forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið var við á Viðareiði, sigur at hetta tiltakið hjá Kiwanis hóskar seg sera væl við stavnhaldinum hjá Raðnum fyri Ferðslutrygd. Okkara mál er bera soleiðis í bandi, at vit bjarga lívi og økja tilvitanina um ferðslutrygd. Í hesum sambandi meta vit, at tað er av stórum týdningi at vita arbeiða við teimum ungu. Umframt at økja tilvitanina, so kann ein hjálmur eisini fyribyrgja ógvusligum skaðum og enntá eisini lívi, sigur Rúna.
Fyri nøkrum árum síðani, var tað nærum skomm at súkkla við hjálmi, men nú tykist tað sum um, at økta tilvitanin um týdningin av hjálmi og øktu trygdina í ferðsluni hjá teimum ið nýta hann, hevur vunnið á heldur undarliga hugburðinum.

Prutl

Eitt vandaøkið, sum vit eisini arbeiða miðvíst við, sigur Rúna, er koyringina hjá teimum ungu á prutlum. Tey seinastu árini hava fleiri ung fólk mist lívið, tá tey hava verið í ferðsluóhappi á prutli. Vit síggja eisini, at alsamt fleiri koyra á prutlum. Óivað er ein orsøk til hetta, at tað er lætt at flyta seg á einum slíkum akfarið, og at foreldrini so sleppa undan at koyra ungu børnini til tey mongu tiltøkini, ið tey ganga til.
Forkvinnan í ferðslutrygd sigur, at hon er vælnøgd við, at tað fyri stuttum var lógarfest, at bert ein persónur kann koyra uppi á prutlum. Men, sigur hon,eg haldi eisini at foreldur eiga at kunna børnini um ferðsluvandan.

Samarbeiðið

Kiwanis hevur tey seinastu átta árini givið øllum børnunum í 1. flokki ein súkkluhjálm. Tað er ikki smávegis av hjálmum sum verða givnir á hvørjum árið. Árliga verða givnir umleið 750 hjálmar og er tí neyðugt við góðum samstarvi.
Tað var Kiwanis Tórshavn, sum kom við hugskotinum, um at felagsskapurin átti at givið øllum børnum í 1. flokki ein hjálm. Sámal sigur, at hjálmarnir verða nevndir Kiwanishjálmar. Um samstarvið millum feløgini, sigur hann, at tey á Kiwanis eru sera glað fyri í felag at kunna útinna eitt so stórt átak.