Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki rætt at leggja Eysturoyingin

John William Joensen

Hetta kann ikki loysa nakran trupulleika og førir við sær eina keðiliga støðu fyri hinar bátarnar og kappróðurin annars.

Viðmerking frá Norðlýsinum

Trupulleikarnir við málinum tá Eysturoyingur og Vestmenningur lógu fastir á málinum á Eystanstevnu er, at ongar almennar reglur eru fyri hvussu startdómarar, dómarar og myndugleikar annars skulu fyrihalda seg tá slíkt hendir, og at Eysturoyingur uppførir seg býttisliga.
Støðan, ið Eysturoyingur kom í, er sjálvandi sera keðilig. Manningarnar á kappróðrarbátum leggja sera nógv fyri, bæði við venjing og øðrum fyri at vinna sigrar.
Í ljósinum av orkuni og huginum, sum manningin, ikki bert á Eysturoyingi, leggja fyri dagin, so er ikki trupult at skilja, hví manningin á Eysturoyingi eru keddir. Men tá tað er sagt, so er tað eisini trupult at skilja, hví teir velja at taka seg burturúr kappingini. Hetta kann ikki loysa nakran trupulleika og førir við sær eina keðiliga støðu fyri hinar bátarnar og kappróðurin annars.
Um so er, at Eysturoyingur heldur, at teir eru órímiliga viðfarnir, so er einasta gongda leið at senda eina klagu inn til kappingarnevndina hjá Róðrarsambandinum. At halda seg vera órímiliga viðfarnar, og bara seta bátin í neystið fyri summarið, skaðar ikki bara umdømið hjá bátinum og felagnum annars, men eisini sannan ítróttaranda sum eyðkennir Føroyskan kappróður.
Soleiðis sum Norðlýsið skilir, so er kjarnin í málinum, vantandi almennar reglur, samstundis, sum at Eysturoyingur ikki hevur sent eina almenna klagu inn um tilburðin. Tað er óskiljandi hví ongar niðurskrivaðar reglur eru á økinum og hví báturin er drigin í neystið.

Harleyfacadeacryl