Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttardómstólurin fer at viðgera klaðuna hjá HB

John William Joensen

Anja Hovgaard, forkvinna fyri ítrótardómstólin hjá ÍSF sigur at talan er um eitt prinsippmál og tí má dómstólurin verða fullmannaður.

Eftir at dómsnevndin hjá FSF dómdi HB at tapa dyst har felagið hevði brúkt leikara við ongum leikaraloyvi, avgjørdi nevndin í HB at kæra til ítróttardómstólin hjá ÍSF.

Dómstjólurin tekur óivað málið upp
Forkvinnan fyri ítróttardómstólin, Anja Hovgaard, sigur við Norðlýsið at dómstólurin hevði kunning um málið í gjár men enn er málið ikki viðgjørt.
– Vit avgjørdu fyrst at fáa neyðugt skjalatilfar í málinum til høldar. Hetta eru skjøl frá dómsnevndini og frá FSF, og eisini er málið somikið prinsipielt at eg vil hava dómstólin fullmannaðan áðrenn viðgerðin byrjar.
– Vit hava móttikið bræv frá FSF har gjørt verður vart við at dómstólurin ikki hevur heimild til at viðgera málið.
– Men dómstólurin hevur undir viðgerini av kæru frá B36, um handfaringian av spæliloyvinum hjá Eyðuni Højgaard, tikið støðu til hendan spurning.
– Tá var niðurstøðan tann at tað málið var av slíkum slag at tað kundi verið viðgjørt av ítróttardómstólinum, men tað málið var fallið fyri kærufreistini og tí viðgjørdi dómstólurin ikki málið.Forkvinnan fyri ítróttardómstólin vísir á at dómstólurin íkki hevur tikið nakra støðu til um klæðan frá HB lýkur upptøkutreytirnar men hon kann hvussu so er váttað at klæðan frá HB er komin rættstundis og líkur tí krøvini um tíðarfreist sum er ásett í lógini.