Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan frá Ferðslutrygd

John William Joensen

Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir á motorsúkkluførarar um at vera varnir og halda seg frá dárabrøgdum.


Motorsúkklur eru in, og tað er spennandi hjá ungum dreingjum at ogna sær eina spildurnýggja skínandi blanka motorsúkklu. Men bert ein lítil feilur kann gera enda á gleðini og elva til stóra vanlukku.

Tí heitir Ferðslutrygd á motorsúkklu førarar um at vera varnar. Teir ungu á motorsúkklu fáa eina serstaka áminning um ikki at taka nøkur óráð fyri.

Eisini er umráðandi at vera í klæðum, sum verja kroppin, tá óhapp henda. Og tað er ikki bara galdandi fyri føraran á motorsúkkluni, men eisini fyri tann, ið situr aftanfyri.

Ráðið fyri Ferðslutrygd