Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík Norður, nýtt fyribrigdið

Oliver Joensen

Tá tú kemur úr Norðoyatunlinum til Klaksvíkar, er eitt tað fyrsta skeltið tú møtir hetta, sum boðar frá hvar Klaksvík Vestur og Klaksvík Norður er.

Hetta má sigast at vera eitt spildurnýtt fyribrigdi, tí vit sum hava búleikast her nú í eitt mannaminni kennast ikki við Klaksvík Norður, men eitt sindur til Vestur.
Tað hevur verið vanligt, tá tosað hevur verið um økið kring Vágna, at menn hava tosað um vestursíðuna og eystursíðuna. Tað einasta sum vit kenna til norður er, tá fólk sum hava búð kring Eiðið ella í sunnara partinum av býnum skuldu á Stengurnar ella á Kósina, so hava tey sagt "norður á …" og tá talan hevur verið um hina síðuna, so hevur verið sagt "út". Aðrastaðni í býnum hava fólk kanska sagt "oman á Stengurnar" ella "heim á Stengurnar, tí hevur ongantíð áður verið tosað um "Klaksvík Norður".
Rætningurin av vegnum úr rundkoyringini við Flesjavegin og yvir at Oyravegin er helst áleið rættvísandi norður, kanska er norður komið at standa á skeltingini av hesi orsøk, men í ein norðan er bert Kjølurin og ongin býur. Stoksoyran og Myrkjanoyran vóru tey gomlu nøvnini, men um vit ikki tíma at brúka hesi nøvnini longur so fyri mína skuld kalla tað Eysturbýurin og Vesturbýurin, tí Norður og Vestur kunnu í øllum førum ikki brúkast í hesum samanhanginum eftir mínum meti.

Oliver