Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pink Floyd stovnari deyður

(Norðlýsið – Tíðindi)

Ein av oddamonnunum aftanfyri Pink Floyd andaðist fyri nøkrum døgum síðani.

Syd Barrett, sum var ein av teimum, ið var við til at stovan kenda bretska rokkbólkin, Pink Floyd, andaðist fyri nøkrum fáum døgum síðan. Hetta skrivar dr.dk.

Syd Barret var drívmegin aftanfyri bólkin tey fyrstu árini. Hetta sást m.a. við, at hann stóð aftuanfyri 10 av 11 løgum á fyrstu útgávuni hjá bólkinum "The Piper at the Gates of Dawn".

Syd Barret fór burturúr bólkinum í 1968, tá hann byrjaði at spæla fyri seg sjálvan.

Hann var 60 ára gamal.