Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seðlarnir koma út kl. 20.00

Oliver Joensen

319 springarar løgdu beinini í Klaksvík ídag, og nú er liðugt at skifta. Frá politistøðini frættist at seðlarnir koma út kl. 20.

Springararnir vóru nógvir, sum vórðu riknir inn á Vágna ídag. Tað gekkst sum fyrr sagt frá, ikki væl at drepa og tí gjørdi sýslumaðurin av at steðga drápinum og at reka restina útaftur. Tó løgdu heilir 319 springarar beinini á Klaksvík ídag.