Bjarni Djurholm: Í sambandi við syrgiligu flogvanlukkuna í Stord í Noregi í gjár, sum kravdi 4 mannalív, hevur støðugt samskifti verið millum eigaran og nevndina í Atlantsflog.
Nevndarformaðurin hevur upplýst, at flogfarið, sum koyrdi útav breytini, fyri tveimum vikum síðani kom aftur frá regluligum høvuðseftirliti (sokallað C-check) í Svøríki, har allir deilir í flogfarinum vórðu eftirkannaðir. Harumframt er eftirlit og víðlíkahald av flogførunum í flotanum hjá Atlantsflog á munandi hægri stigi enn tað, sum framleiðarin ásetur sum minstakrav.
Nevndin hevur eisini víst á, at felagið er undir regluligum eftirliti frá Statens Luftfartsvæsen, og hevur onga orsøk til at halda, at nakað skal verða galið við skipanunum hjá felagnum. Álvarsliga vanlukkan hevur tó ført við sær, at felagið hevur avrátt at gjøgnumganga allar skipanirnar í felagnum frá enda í annan, so almenningurin og ikki minst brúkararnir av felagnum kunnu verða vissaði um, at hesar skipanir lúka øll sett krøv.
Áðrenn nøkur niðurstøða er komin frá norsku skaðanevndina er ov tíðliga at úttala seg um orsøkina til vanlukkuna. Bæði nevndin í Atlantsflog og eigarin eru tó samd um, at um nakað kann verða gjørt afturat fyri at fyribyrgja eina líknandi vanlukku sum hana í Stord, verður hetta sjálvandi gjørt uttan drál.
At enda vil eg lýsa mína djúpu samkenslu við teimum avvarandi hjá teimum, sum doyðu í vanlukkuni í gjár, og serliga teimum avvarandi hjá føroysku flogternuni, sum lat lív. Okkara tankar og bønir fara til tey í hesum døgum.
Vinnumálaráðið, 11. oktober 2006
Bjarni Djurholm
landsstýrismaður




