Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kurt og Allan skulu standa á odda fyri B36

John William Joensen

Heimasíðan hjá B36 váttar at Kurt Mørkøre skal vera venjari hjá felagnum komandi kappingarár.

WWW.b36.fo:
Sigfríður vil víðar og Kurt Mørkøre tekur við
Eftir finalusigurin í kvøld segði stjórin í FC Tórshavn spælarunum frá, at venjarin, Sigfríður Clementsen, hevði boðað frá, at hann ætlar sær ikki at vera venjari hjá Formula-deildarliðnum komandi ár.

Sigfríður ætlar sær at fáa eitt "normalt" arbeiði og at gera venjaraútbúgving sína lidna.

Eisini Magni Morh hevur sagt seg vilja vera meira frían komandi ár, og hann verður sostatt ikki hjálparvenjari komandi ár.

Báðir vilja tó halda fram í felagnum.

Kristjan á Neystabø takkaði venjaraparinum fyri tvey heilt framúr ár, har B36 hevur vunnið eitt meistaraheiti, steypakappingina, Atlantic Cup og tvær ferðir er komið víðari í europeiskum kappingum.

Hetta eru avrik, sum vísa, at teir báðir hava broytt B36 og gjørt felagið til ein maktfaktor í føroyskum fótbólti, og eitt lið, sum eitt sindur verður roknað við í Europa!

Heimasíðan takkar eisini Sigfríði og Magna hjartaliga fyri ein fínan túr, og ynskir teimum góða eydnu framyvir. Teirra partur í felagnum man ikki fara at liggja eftir.

At enda kunngjørdi Kristjan, at høvuðsvenjari hjá B36 komandi ár verður Kurt Mørkøre, sum í Noregi hevur tikið hægstu venjaraútbúgving.

Vit gleða okkum til at fáa Kurt í felagið og vænta, at hann fær liðið at halda fram á vinnarakósini!

—–

Sum Norðlýsið skilir er felagið eisini í samráðingum við Allan Mørkøre sum hjálparvenjara.