og havi ongantíð fingið nakað uppkrav um sjónvarpsgjald í Danmark, men í løtuni verður kanna um vit eiga at gjalda ella ikki.
Høgni Hoydal sigur at hann als ikki hevur roynt at sloppið sær undan at gjalda sjónvarpsgjald, sum Ekstrablaðið annars leggur upp til.
– Tá eg bleiv spurdur av Ekstrablaðnum í gjár svarði eg sum var, at eg gjaldið sjónvarpsgjald í Føroyum tí tað er her eg búgvi.
– Eg havi eina íbúð í Keypmannahavn, sum eg brúki sera sjálvdan og havi í hesum sambandi ongantíð fingið nakað uppkrav um sjónvarpsgjald.
– Eg standi heldur ikki í nøkrum fólkaregistari í Danmark tí búðstaðurin er í Føroyum.
– Tað skal tó eingin ivi vera um at siga reglurnar at eg skal gjalda sjónvarpsgjald í Danmark so gera vit tað.
Óseriøst av Ekstrablaðnum
Føroyski Fólkatingslimurin, Høgni Hoydal sigur at teir í Norður Atlantsbólkinum kanna nú um teir skulu gjalda sjónvarpsgjald í Danmark.
– Vit eru farnir at kanna viðurskiftini og sum sagt so skulu vit sjálvandi gjalda um reglurnar siga tað.
– Eg haldi tó at Ekstrablaði ger í so nógv burtur úr hesum tí eg havi als ikki roynt at snýtt ella við vilja sloppið mær undan at gjalda sjónvarpsgjald.
– Tey sum hava verið í holt við Ekstrablaði vita at teir altíð vilja fáa eina góða søgu burtur úr og tað er nokk hetta sum vit síggja í hesum førinum.
Høgni Hoydal sigur at málini um svensku politikararnir eru álvarslig og kunnu ikki samanberast, tí har hava teir beinleiðis snýtt og tilvita roynt at sloppið undan gjaldinum.
– Eg haldi at um tað kom fram at ein føroyskur landstýrismaður í mentanarmálum við vilja hevði sloppið sær undan at gjalda sjónvarpsgjald so var talan um eitt álvarsligt mál og so átti hann at fara frá.




