Tað er Vesna Tomajek, sum stendur á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, ið kemur á vitjan í KÍ-høllini sunnudagin
Sunnudagin verður aftur dystur í bestu kvinnudeilini
Í KÍ-høllini, tá Stjørnan tekur móti Kyndli. Tað er
ein fyrrverandi leikandi venjari hjá Stjørnuni, sum
nú hevur ábyrgdina av Kyndlaliðnum. Talan er um
Vesnu Tomajek, sum fyri nøkrum árum síðani var við
til at vinna FM-heitið til Stjørnuna. Kyndil hevur til hetta
kapingarárið styrkt um hópin við m.a. Jaqulin Durhuus frá
VÍF, og ætlar rættiliga at taka kappingina upp við Stjørnuna,
VB og Neistan. Vit vænta ein spennandi og undirhaldandi dyst.Dysturin byrjar kl. 15:00.




