Fýra klaksvíkingar hava tikið júst tikið hægstu venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum. Sunnudagin vórðu prógvini handað í FSF-húsinum
13 fótbóltsvenjarar í Føroyum hava júst tikið A-venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum. Próvtøkur hava verið seinastu 10 dagarnar, og sunnudagin fingu teir 13 síni prógv handað á samkomu í FSF-húsinum.
Hetta er fyrstu ferð, at FSF hevur hesa A-venjaraútbúgvingina, sum er ein nýggj útbúgving, sum er standardiserað av UEFA. Ein eygleiðari frá UEFA hevur fylgt útbúgvingini, og roknað verður við , at í næstum fær FSF sína endaligu góðkenning av útbúgvingini.
Venjararnir hava brúkt eitt ár um útbúgvingina, og nú teir hava fingið síni prógv, fáa teir eisini eitt loyvisbræv til at virka sum venjarar í øllum teimum 52 UEFA-londunum.
Millum teir, sum fingu prógvini sunnudagin, vóru fýra venjarar úr Klaksvík:
Finn Johannesen, sum seinastu tíðina hevur virkað sum venjari í VB/Sumba og er annar venjarin hjá U17 landsliðnum
Bill M. Jacobsen, sum er ungdómsvenjari hjá B68 og annar av venjarunum hjá U19 landsliðnum.
Oddbjørn Joensen, sum hevur verið venjari hjá TB í ár, men nú skal taka sær av AB næsta árið.
Og Eyðun Klakstein, sum hevur verð ungdómsvenjari í KÍ, men nú verður hjálparvenjari hjá Formulaliðnum.




